Liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík er langt fremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 56 stigum. Valur hevur 42 stig og Breiðablik hevur 38 stig. Tað eru bara 18 stig eftir at spæla um, og eingin í Íslandi dugir at ímynda sær annað enn, at Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir vinna meistaraheitið.
16. september spælir Víkingur steypafinalu móti KA, so teir standa við gyltum møguleika at vinna greipuna í Íslandi.
Ígjár vann Víkingur Reykjavík við Gunnari Vatnhamar á liðnum frá dystarbyrjan 5-3 á Breiðablik, ið valdi at hvíla Klæmint A. Olsen undan seinna Play Off dystinum móti Struga komandi hósdag klokkan 17.45.
Víkingur skorar mál upp á samliband fyri tíðina. Teir hava í 21 dystum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini skotið trý mál í snitt pr. dyst.
HER ber til at síggja málini frá dystinum Víkingur Reykjavík-Breiðablik 5-3 (2-1)
Víkingur Reykjavík-Breiðablik 5-3 (2-1)
Nikolaj Hansen '23 1-0
Aron Elís Þrándarson '36 2-0
2-1 Ágúst Eðvald Hlynsson '42
Danijel Dejan Djuric '48 3-1
Matthías Vilhjálmsson '65 4-1
Helgi Guðjónsson '69 5-1
5-2 Ásgeir Helgi Orrason '72
5-3 Kristófer Ingi Kristinsson '75