VIDEO: Liðið hjá Andriasi er fjórðfremst í næstbestu pólsku deildini

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Wisla Plock-Odra Opole 2-1 (1-0)

 

 

Andrias Edmundsson spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Wisla Plock á heimavølli á Orlen leikvøllinum spældu dyst í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini móti Odra Opole.

 

Wisla vann dystin 2-1. Spaniumennirnir, Dani Pacheco og Jorge Jimenez syrgdu fyri málunum hjá Wisla í hvør sínum hálvleiki. Odra Opole minkaði um munin við einum brotssparki móti dystarenda.

 

Wisla er fjórðfremst í deildini við 37 stigum. Sjey stig eru upp til Arka Gdynia á øðrum plássinum. Nummar eitt og tvey flyta beinleiðis upp í bestu deildina, meðan nummar trý til seks spæla um uppflyting.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Wisla Plock-Odra Opole 2-1 (1-0). Andrias sæst við nummar 19 á rygginum:

 

##med2##