Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vónríkur um, at tað ber til at fáa fiskivinnunýskipanina í gjøgnum, nú hon er til triðju viðgerð í løgtinginum.
Løgmaður sigur, at samgongan hevði í hyggju at broyta uppskotið millum 2. og 3. viðger, og tí eru tær broytingarnar, sum eru gjørdar í uppskotinum í dag, ikki óvæntaðar.
Løgmaður væntar, at øll samgongan tekur undir við uppskotinum. Trýst á pílin fyri at síggja samrøðuna, sum Danjal av Rana, tíðindamaður gjørdi við løgmann fyri løtu síðani.










