Video: KÍ hepnir at fáa brotsspark

Helst vóru KÍ og Páll A. Klettskarð hepnir at fáa brotsspark í dystinum móti EB/Streymi

KÍ vann sunnudagin greiðan sigur á EB/Streymi í 7. umfari í Effo-deildini. KÍ vann 4-0, men sigurin kundi verið størri um Kenan Hajdarevic umsetti brotsspark til mál í fyrra hálvleiki.


Til ber at síggja støðuna við at trýsta á pílin á myndini

 

Sundalagsmenn vóru alt annað enn nøgdir, tá dómarin bríklsaði fyri brotssparki. Páll A. Klettskarð fór umkoll, tá bólturin kom innfyri, men sundalagsmenn haldi ikki, at talan var um brotsspark.

 

Les eisini: Samandráttur: KÍ - EB/Streymur 4-0

 

Kári J. á Høvdanum stóð væl plaseraður, tá hann peikaði á brotssparksblettin. Kenan Hajdarevic varð settur at skjóta, men sendi bóltin uppum.

 

KÍ vann dystin greitt 4-0.