Video: KÍ framvegis nógv best

KÍ vann oddadystin móti EB/Streymur/Skála heili 4-0

Sunnudagin var toppdystur í 1. deild hjá kvinnum, tá KÍ og EB/Streymur/Skála møttust í Djúpumýru í Klaksvík. Heimaliðið vann ein sannførandi 4-0 sigur á felagsliðnum

 

Undan sætta umfari, sum varð spælt sunnudagin, høvdu bæði KÍ og felagsliðið hjá EB/Streymi og Skála fult stigatal. Tí var lagt upp til ein spennandi dyst, tá hesi bæði brustu saman í Djupumýru í Klaksvík sunnudagin.

 

Men fleirfalda meistararnir lótu ongan iva vera um, hvønn veg sigurin skuldi fara, og stóra hetjan fyri KÍ gjørdist Maria K. Thomsen, sum skoraði øll fýra málini.

 

Úrslitini í 6. umfari:

ÍF/Víkingur - AB/B36 2-0

KÍ - EB/Streymur/Skála 4-0

(FSF.fo)