Froskmannafelagið fer javnan á áhugaverdar túrar kring oyggjarnar og mangan spírast videobrot frá túrunum. Tað gjørdi tað eisini um vikuskiftið, tá ið menn frá felagnum fóru út á Flesjarnar, har teir kavaðu niður til Ólav Gregersen, eitt sokkið skip, sum hevur ligið á havsins botni síðani 1984. Hetta er eitt stað, sum er áhugavert at kava niður til og tískil eru mangan kavarar at síggja har um leiðir.
– Ólavur Gregersen rendi á Flesjarnar í januar í 1984. Áhugavert er eisini, at Ólavur liggur oman á einum øðrum skipi, sum sakk akkurát sama stað. Tad var í 50 árunum, at Góðanes sakk har. Men Góðanes bleiv sprongdur burtur, ivaleyst tí hann lá longur uppi í sjónum enn Ólavur. Dýbið er fra 12 til 24 metrar og liggur skipið á bagborð, so fyri at kava inn i vrakið, skal man hava vent høvdið 90 gradir fyri at orientera seg, greiður Bogi Krossteig frá Froskmannafelagnum frá.
Teir sum kavaðu til Ólav Gregesen og harvið eisini hava gjørt upptøkurnar eru Dávid Christiansen, Andrias Joensen, Meinhard Winther, Ólavur Ellefsen og Bogi Krossteig.
Trýst á pílin fyri at síggja ferðina hjá Froskmannafelagnum og gamla skipið á havsins botni.