Vejle hevði eitt gott útgangsstøðið tá teir fóru til Randers at spæla seinnu fjórðingsfinaluna í donsku steypakappingini. Fyrra fjórðingsfinalan endaði við javnleiki 0-0.
Tí sá tað ógvuliga ljóst og lovandi út, tá Vejle legði seg á odda 1-0 við máli Lukas Engel skoraði longu í 10. minutti. Tríggjar minuttir seinni javnaði Marvin Egho til 1-1, men Vejle var framvegis á veg í hálvfinalurnar, tí teir høvdu eitt mál á útivølli.
Men tá 38 minuttir vóru farnir gjørdi kappingarneytin hjá Viljormi Davidsen um plássið á vinstra bakki, Pierre Bengtsson ein "Jesper Olsen", ið danskarar nevna tað. Pierre Bengtsson spældi við einar skeivari sending Marvin Egho blanka frían, og so var støðan 2-1 til Randers. Beint undan steðginum bleiv ilt verri hjá Vejle, tá Nikola Mileusnic økti til 3-1.
VIljormur Davidsen kom inn beint aftaná steðgin og avloysti Pierre Bengtsson. Tað bleiv ikki verri hjá Vejle, men heldur ikki betri og Randers FC vann seg víðari í hálvfinalurnar við einum samanløgdum 3-1 sigri.
Randers FC – Vejle 3-1 (3-1) - samanlagt 3-1 sigur til Randers FC
10. 0-1 Lukas Engel
13. 1-1 Marvin Egho
38. 2-1 Marvin Egho
45. 3-1 Nikola Mileusnic
Talan var um alment skrásetta dyst nummar 184 hjá Viljormi fyri Vejle. Hvørja ferð Viljormur spælir ein dyst fyri Vejle leggur hann omaná metið sum tann útlendski spælarin við flest alment skrásettum dystum fyri Vejle.
Spælararnir hjá Vejle spældu við svørtum syrgibindi fyri at minnast legendariska Vejle-spælaran og fólksliga fótbóltsmiðlamannin, Tommy Troelsen sum andaðist fyrr í vikuni, 80 ára gamal.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Randers FC og Vejle:
##med2##










