Tað gekk væl hjá føroyingaliðnum, Vali í Pepsideildini í Íslandi ígjár.
Valur vann stórsigur 4-0 á HK á útivølli. Longu í steðginum var støðan 3-0 til Val.
Kaj Leo í Bartalsstovu fekk 80 minuttir á vøllinum, meðan Magnus Egilsson tíverri sat á beinkinum allan dystin.
Patrick Pedersen skoraði reint hattrick fyri Val uppá 19 minuttir í fyrra hálvleiki. Seint í seinna hálvleiki økti Birkir Heimisson til 4-0.
Komandi fríggjakvøld hevur Valur heimadyst móti Akranesi.
Høvuðsvenjari hjá Vali er Heimir Guðjónsson, ið var høvuðsvenjari hjá HB í 2018 og í 2019.
Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH spæla á útivølli móti Víkingi Reykjavík í kvøld klokkan 20.15.
Valur hevur seks stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar í Pepsideildini.
HER ber til at síggja málini Valur skoraði móti HK:
<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/4c764f77-d8fb-409d-a90d-bf168aed10a0-1593438810514" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>