Kaj Leo í Bartalsstovu spælir nú við gamla liðnum hjá Una Arge og Julian Johnsson, ÍA eisini nevnt Akranes.
Akranes var ígjár aftanfyri 1-2 móti Stjørnuni á útivølli tá Kaj Leo í 87. minutti við góðum skoti frá brotsteigarmarkinum javnaði til 2-2, og so kundu skagamenn ferðast norður aftur til Akranesar við einum kærkomnum stigi.
Talan var fyrsta dystin hjá Akranesi í Bestu deildini í Íslandi hetta kappingarárið.
Komandi sunnudag hevur Akranes heimadyst móti verandi meistarunum, Víkingi Reykjavík.
HER ber til at síggja málini frá dystinum Stjarnan-Akranes 2-2 (0-1)
Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Keflavík fingu eina harða viðferð í fyrra hálvleiki í útidystinum móti Breiðablik. Tá 25 minuttir vóru farnir av dystinum var Keflavík aftanfyri 0-3, og tá átta minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki var Keflavík aftanfyri 0-4. Men tann løtan sum ikki er ring er góð, og tá 78 minuttir vóru farnir av dystinum stútaði Patrik bóltin hegnisliga í netið til 4-1 til Breiðablik, ið gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.
Sunnudagin tekur Keflavík móti Vali á heimavølli.
HER ber til at síggja málini frá dystinum Breiðablik-Keflavík 4-1 (3-0)