VIDEO: KÍ-Zalgiris 1-2 - Málini og samrøður á enskum

(Video) Miðlafólk hjá Zalgiris filmaði málini sum komu í Gundadali ígjár, og gjørdi samrøður á enskum

Nógv útlendsk fótbóltsfeløg, ið hava eina munandi størri fíggjarætlan hava í starvi eitt ella fleiri miðlafólk. Hesi gera eisini upptøkur sum verða deildar á einari YouTube rás, ið felagið stendur fyri.

 

Zalgiris úr Litava sum KÍ tapti 1-2 ímóti í Gundadali í Havn ígjár hevur eisini eitt miðlafólk, ið tekur sær av at framleiða YouTube filmar og gera samrøður.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hvussu Zalgiris fekk síni mál, og hvussu Jóannes Bjartalíð setti eitt gott brotsspark í netið fyri KÍ. Á upptøkuni eru eisini stuttar samrøður á enskum við miðvallaran, Liviu Antal úr Rumenia og áleyparan, Papa Mamadou Mbodj úr Senegal. Hesir báðir skoraðu málini hjá Zalgiris.

 

Upptøkan vísir tíverri ikki stóra málmøguleikan Ronnie Møller Nielsen hjá KÍ hevði í seinna hálvleiki.