KÍ staðfesti í dag sína oddastøðu í Effo-deildini. Við 2-0 sigri á Víkingi hevur KÍ lagt seg fýra stig á odda eftir 14 umfør.
Síggj samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
Klaksvíkingar avgjørdu longu í fyrra hálvleiki, tá ið bæði málini vórðu skorað. Jóannes Bjartalíð og Páll A. Klettskarð hava leingi verið sera væl upplagdir, og tað vóru teir aftur ídag. Jóannes Bjartalíð legði beinanvegin heimaliðið framum, og Páll A. Klettskarð drønstútaði til 2-0, eftir at Jóannes Bjartalíð hevði lagt horna innfyri.
KÍ hevði fleiri góðar møguleikar, og víkingarnir bjargaðu á strikuni. Seinna partin av seinna hálvleiki var Víkingur fleiri ferðir í góðari støðu, men eitt nú Sølvi Vatnhamar, Hans Pauli Samuelsen og Gert Hansen misnýttu.
KÍ-Víkingur 2-0 (2-0)
1-0: Jóannes Bjartalíð
2-0: Páll A. Klettskarð