VIDEO: KÍ-Racing Montevideo 1-1 (Hæddarpunkt)

(Video) Síggj hæddarpunktini sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp og sett saman frá dystinum í Leirvík

Dysturin millum U15 liðini hjá KÍ og Racing Club de Montevideo úr Uruguay í Leirvík endaði við javnleiki 1-1. Spælt var 2 x 30 minuttir. KÍ kom á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki. Fáar minuttir undan dystarloki javnaði Racing, og beint undan leikloki hevði Racing ein málmøguleika sum fór í stongina hjá KÍ, men vertirnir sluppu við skrekkinum, og teir syrgdu fyri enn einum góðum altjóða úrsliti hjá KÍ.

Rógvi E. Jacobsen skoraði málið hjá KÍ.

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum, ið Jóhan Thomsen hevur tikið upp og sett saman:

##med2##