KÍ vann seg í gjár í finaluna í kappingini um Løgamnssteypið. Tað gjørdu teir við málleysum javnleiki móti NSÍ, eftir at hava vunnið fyrru hálvfinaluna heili 4-1.
Síggj samandráttin og fagnaðin við at trýsta á pílin á myndini
Fyri KÍ var hetta í størri mun ein dystur, har NSÍ ikki skuldi sleppa framat málinum, umframt at fleiri spælarar ikki kundu fáa sær gult kort, tí so høvdu teir verið leikbannaðir til sjálva finaluna.
Størsta gleðin á kvøldinum kom, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. Bláa Bylgjan og KÍ viðhaldsfólk sum heild fagnaðust á vøllinum eftir dystin. KÍ var seinast í steypafinaluni í 2006 og vit skulu heilt aftur til 1999, fyri at finna seinasta steypagullið.
NSÍ – KÍ 0-0 (0-0)
KÍ vinnur samanlagt 4-1