John Frederiksen spældi ígjár ein tíma av dystinum hjá Raith Rovers í næstbestu skotsku fótbóltsdeildini á útivølli móti Arbroath.
Raith Rovers vunnu 1-0 við einum sigursmáli miðvallarin, Sam Stanton skoraði fýra minuttir undan steðginum.
Sigurin merkir, at Raith Rovers er nummar sjey í deildini við 15 stigum. Fimm stig eru upp til fremstu liðini, Partick Thistle og Inverness, ið hava 20 stig hvør.
Vinnarin av deildini flytur upp í skotsku Premier League. Næstovasta liðið spælir Play Off dystir um uppflyting.
Longu leygardagin klokkan 15 spælir Raith Rovers aftur. Tá spælir Raith útidyst móti Inverness.
HER ber til síggja hæddarpunktini frá dystinum Arbroath-Raith Rovers 0-1 (0-0) :
##med2##