John Frederiksen og liðfelagarnir í SKU Amstetten eru framvegis ósigraðir í næstbestu eysturríksku fótbóltsdeildini aftaná fimm tey fyrstu umførini.
Í kvøld tóku teir í Amstetten móti Liefering á heimavølli, og var John Frederiksen við frá byrjan.
Amstetten fekk eina marrubyrjan tá brotsspark var dømt ímóti teimum aftaná tríggjar minuttirs spæl, og so var útiliðið á odda 1-0.
Liefering hevði góðar málmøguleikar at økja til 2-0, men teir tóku ikki av. Tá 87 minuttir vóru farnir javnaði Marco Stark fyri Amstetten, og tryggjaði harvið heimaliðnum eitt stig.
Amstetten hevur níggju stig fyri fimm dystir. Liðið hevur vunnið tveir dystir og hevur leikt tríggjar javnleikir. Trý stig eru upp til oddaliðið, Lustenau sum hevur 12 stig.
Sunnudagin 29. august klokkan 9.30 um morgunin spælir Amstetten móti Wacker Innsbruck á útivølli.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.