Luftsterki áleyparin, John Frederiksen hevur loksins aftaná tógvið stríð fingið ein sáttmála.
John Frederiksen skal spæla restina av hesum kappingarárinum við Raith Rovers. Tað bleiv staðfest á tíðindafundi hjá skotska felagnum fyrr í dag.
Raith Rovers er í løtuni nummar átta av teimum 10 liðunum í næstbestu skotsku deildini við níggju stigum fyri átta dystir.
Í samrøðu við miðlafólkið hjá Raith Rovers sigur John Frederiksen, at hann hevur eina kropsliga styrki, ið fáir aðrir leikarar hava, og hann hevur royndir frá fleiri londum og mentanum. John hevur spælt í bæði Danmark, Føroyum, Finnlandi og Eysturríki.
John Frederiksen sigur í samrøðuni, at hann ætlar at gera sítt til, at fjeppararnir hjá Raith Rovers hava nakað at fegnast um.
HER ber til at síggja og hoyra fyrstu samrøðuna við John Frederiksen aftaná skiftið til Raith Rovers:
##med2##