Video: Jógvan og teir bjarga Apollo-motorum

Føroyingur var við at bjarga motorunum, sum sendu fólk á mánan. Hygg eftir video um bjargingina her

Jógvan á Lakjuni í Klaksvík var ein av monnunum, sum var við at bjarga motorum frá amerikansku Apollo 11 rúmdarrakettini. Tað var hendan rakettin, sum førdi fólk á mánan fyrstu ferð.

Ríkmaðurin Jeff Bezos, sum er stovnari og eigari av Amazon, stóð fyri leitingini eftir Apollo motorunum, og skipið Seabed Worker, har Jógvan á Lakjuni er ein av manningini, varð brúkt í leiting og bjarging.

Fyri einum ári síðani lukkaðist tað Seabed Worker og fólkunum umborð at finna, bjarga og føra F1 rakettmotorarnar aftur til lands. Motorarnir lógu á 4.300 metra dýpi 579 kilometrar frá Cape Canaveral.


Ein sjónvarpslið fylgdi bjargingini av Apolli 11 motorunum, og fyri góðari viku síðani var ein video um bjargingina víst á The Explorers Club 110 ára hátíðarhaldinum í New York.

Oman fyri ber til at síggja hesa video.