Hóskvøldið tryggjaði liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni og Pæturi J. Petersen sær forsetasteypið fyri at vinna niðara endaspælið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Jóan Símun sum byrjaði inni legði KA á odda tá 19 minuttir vóru farnir av dystinum aftaná eina góða sending frá liðfelagnum, Ingimar Stöle inn í brotsteigin, og har var Jóan Símun tryggur og kundi skjóti bóltin í eitt tómt mál hjá ÍBV. Ingimar Stöle vann bóltin frá verjuni hjá ÍBV.
ÍBV javnaði tríggjar minuttir seinni. Sigursmálið hjá KA skoraði Hallgrímur Mar Steingrímsson upp á brotsspark í 54. minutti.
Við sigrinum hevur KA vunnið niðara endaspælið. KA hevur 38 stig og nærmasti kappingarneytin, HK kann í mesta lagi fáa 35 stig. Sum áminning fyri hendan sigurin fær KA forsetasteypið, ið er ein góð troystarvirðisløn aftaná tapið í steypafinaluni, og kiksaran ikki at vinna liðið í ovara endaspælið.
HER ber til at síggja málini frá dystinum KA-ÍBV 2-1 (1-1):
##med2##