VIDEO: Javnleikurin hjá Danmark og sigurin hjá Peru

(VIDEO) Síggj hæddarpunktini frá teimum seinastu dystunum í HM bólki C

 

Danmark og Frakland hava vunnið seg víðari til áttandapartsfinalurnar úr HM bólki C. 

 

Avstralia mátti vinna á Peru, og Danmark mátti tapa ímóti Fraklandi um Avstralia skuldi vinna seg í áttandapartsfinalurnar. Tá so Peru tíðliga var á sigurskós ímóti Avstralia, og tíðliga í seinna hálvleiki kom á odda 2-0 tyktist tað klókt, um enn óundirhaldandi, at Frakland og Danmark samdist um fyrsta 0-0 javnleikin í hesum HM-endaspælinum. Mál eru annars skoraði í 37 av 38 HM-dystum higartil, og tað er sera væl sloppið.

 

HERber tll at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Frakland og Danmark.

 

HER ber tll at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Peru og Avstralia

 

Frakland-Danmark 0-0

 

Peru-Avstralia 2-0 (1-0)

0-1André Carrillo (18.)

0-2Paolo Guerrero (50.)

 

1. Frakland 7 stig

2. Danmark 5 stig

-------------------- 

3. Peru 3 stig

4. Avstralia 1 stig