Stefan Radosavljevic fekk sína debut í bestu írsku fótbóltsdeildini í kvøld.
Liðið hjá Stefani, Sligo Rovers tók í kvøld móti meistaraliðnum undanfarnu trý kappingarárini, Shamrock Rovers í fyrsta dystinum hetta kappingarárið.
Favorittarnir, Shamrock løgdu seg á odda tá 17 minuttir vóru farnir, og vóru á sigurskós til langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Í 95. minutti javnaði Lukas Browning fyri Sligo við einum góðum skoti uttanfyri brotsteigin.
Shamrock fekk ein mann útvístan miðskeiðis í seinna hálvleiki, og eftir tað var tað Sligo sum hevði teir størstu málmøguleikarnir.
Stefan kom á vøllin tá 75 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Komandi fríggjakvøld spælir Sligo móti UC Dublin á útivølli.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Sligo Rovers og Shamrock Rovers:
##med2##