Video: Javnleikur millum B36 og HB

Her er samandrátturin frá Effodystinum millum B36 og HB í gjár

Grannauppgerðin í Effodeildini millum B36 og HB í gjárkvøldið endaði við javnleiki 1-1. HB kom á odda eftir ein hálvan tíma, tá ið Kristin R. Mouritsen legði innfyri til Christian R. Mouritsen, sum skoraði.

Undan málinum hevði B36 fleiri málmøguleikar, men Heðin Stenberg og miðverjan hjá HB stóð fyri. Í seinna hálvleiki kundi HB havt økt til 2-0, tá innskifti Levi Hanssen rakti stongina.

Í staðin var tað Jákup á Borg, sum í evstu løtu skoraði eina perlu av einum máli, ið tryggjaði B36 eitt stig. Sostatt hava HB og B36 átta stig í part eftir fýra dystir. Bæði liðini eru ósigrað í Effo-deildini í ár.