Jákup Thomsen byrjaði inni fyri Thisted FC í føroyingauppgerðini ímóti Fremad Amager í næstebestu donsku fótbóltsdeildin, og fekk ein tíma á vøllinum í dystinum farna sunnudag. Jákup Thomsen hevði eina góða málroynd frá spískum í dystinum, sum heimaliðið, Thisted vann 2-1. Sigurin merkir, at Thisted kann halda vetrarfrí á øðrum plássi.
Heini Vatnsdal byrjaði spældi allan dystin í verjuni hjá Fremad Amager, og Finnur Justinussen kom á vøllin teir seinastu 10 minuttirnar av dystinum.
Fremad Amager fekk eina dreymabyrjan tá Sebastian Andersen legði Fremad á odda 1-0 aftaná bert tveir minuttirs spæl. Mikkel Agger javnaði í 37. minutti, og tá átta minuttir vóru eftir av tí vanligu leiktíðini skoraði Asger Bust sigursmálið fyri Thisted aftaná eitt málmansmistak av dimensjónum.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum Thisted-Fremad Amager, sum YouTube rásin hjá Fremad Amager Elite hevur lagt út á YouTube.
Støðan í næstbestu donsku deildini er sera hugalig sæð við føroyskum eygum:
1
19
14
38
2
19
6
35
3
19
10
32
4
19
11
31
5
19
10
30
6
19
8
29
7
19
7
28
8
19
-3
25
9
19
-6
23
10
19
-18
20
11
19
-27
13
12
19
-12
11










