Video: Jóan Símun sleppur ikki út í Evropa

(Video) OB tapti 0-2 í Randers, og endaði kappingarárið á einum áttanda plássi

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá seinna dystinum í donsku superliguni um sjeynda plássið millum Randers FC og OB. Randers vann 2-0, og harvið samanlagt 3-1.  

 

Ùrslitið merkir, at Randers FC skal spæla ímóti FC Midtjylland um at sleppa at spæla í Europa League, meðan OB kann byrja at hugsa um komandi kappingarár.

 

Jóan Símun Edmundsson byrjaði inni fyri OB, men var skiftur út tá 68 minuttir vóru farnir av dystinum. Í fyrra hálvleiki hevði Jóan Sìmun - sum hæddarpunktini eisini vísa - ein góðan møguleika at leggja OB á odda 1-0, men bólturin fór uppum málið hjá Randers FC.

 

Jóan Símun Edmundsson gjørdist toppskjútti hjá OB við níggju málum hetta kappingarárið.