Video: Jóan Símun legði upp til mál

(Kykmynd) Síggj hæddarpunktini av dystinum OB-FC Nordssjælland 3-1 (0-0) her

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av dystinum í donsku superliguni millum OB og FC Nordssjælland, sum endaði við einum 3-1 sigri til OB.

 

Føroyski landsliðsspælarin, Jóan Símun Edmundsson var eyðsýndur í dystinum. Í hesum videobrotinum síggjast fyrst støður har Jóan Símun Edmundsson leggur upp til málmøguleikar, og við góðum frísparki legði Jóan Símun eisini upp til 2-0 málið hjá OB.

 

Jóan Símun Edmundsson fekk 79 minuttir á vøllinum áðrenn hann var skiftur út. OB ligur á einum áttandi plássi í superliguni við sjey stigum fyri fimm dystir. OB hevur spælt heili fýra javnleikir higartil í hesum kappingarárinum. 

 

Komandi dystur hjá OB verður mánakvøldið 22. august ímóti Esbjerg á útivølli.