VIDEO: Italia revsaði Spania (U17 EM)

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Italia-Spania 2-1 (1-0)

Mynd: Finnur Justinussen (FSF)

FSF skrivar: 

 

- Hóast spaniólar høvdu leikliga yvirvág, so vóru tær italsku neyvari, og vunnu at enda 2-1 á Tórsvølli. Í Klaksvík vann Frankaríki 3-1 ímóti Póllandi. Sostatt halda Italia og Frankaríki fram í kappingini

 

Nú er greitt, hvørji tey fýra londini eru, sum mikudagin skulu spæla hálvfinalur í EM endaspælinum fyri U17 landslið við gentum.

 

Leygardagin vunnu Holland og Noreg sær víðari luttøku í kappingini, og sunnudagin vóru tað so Italia og Frankaríki, ið tryggjaðu sær pláss í hálvfinalunum. Tað hevur samstundis við sær, at verandi evropameistararnir, Spania ikki enda ímillum fýra tey bestu.

 

Í síðsta umfari í bólki B vann Frankaríki 3-1 á Póllandi, og á Tórsvølli vann Italia 2-1 ímóti Spania.

 

Í hálvfinalunum, sum verða spældar mikudagin 14. mai, møtast londini soleiðis: Holland og Frankaríki spæla á Djúpumýru í Klaksvík klokkan 15, og klokkan 18 møtast Italia og Noreg á Tórsvølli.

 

Fyrr á degnum, klokkan 12, hittast Eysturríki og Spania í einum play off dyst á Tórsvølli, har vinnarin tryggjar sær pláss í HM endaspælinum, sum verður í Marokko frá 17. oktobur til 8. novembur í ár. Skrivar FSF.

 

Stigatalvur og leikskrá (UEFA.com)

 

Hálvfinalur (mikudagin 14. mai)

Kl. 15:00 Holland – Frankaríki (Klaksvík)

Kl. 18:00 Italia – Noreg (Tórsvøllur)

 

Finalan (leygardagin 17. mai)

Kl. 18:00 Holland / Frankaríki – Italia / Noreg (Tórsvøllur)

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Italia-Spania 2-1 (1-0):

 

##med2##

 

Mynd: Finnur Justinussen (FSF)