Spania og Portugal livdu bæði lívið farligt, men bæði eru víðari til áttandapartsfinalurnar í HM-endaspælinum, har Spania sum bólkavinnari í bólki B møtir Russlandi sum er tveyari í bólki A. Portugal møtir Uruguay sum vann bólk A við fullum stigatali.
Spania var stórfavorittur ímóti Marokko, meðan evropameistararnir úr Portugal somuleiðis vóru rættiliga stórir favorittar ímóti Iran.
Tað kom sum ein hvøkkur fyri Spania, tá ið Khalid Boutaib legði Marokko á odda 1-0 eftir einum lítlum korteri, men bara fimm minuttir seinni javnaði Isco til 1-1 eftir eitt eyðkent gott uppspæl, har Andrés Iniesta átti næstseinasta fótin á. Spania átti onkran góðan møguleika eftir hetta, men hálvleiksstøðan var 1-1.
Tá ið 10 minuttir vóru eftir av dystinum var tað aftur Marokko, sum legði seg á odda. Tað var Youssef En-Nesyri, sum stútaði eitt hornasparksinnlegg í netið til 2-1, men í evstu løtu eydnaðist tað tó innskifta Iago Aspas at skora til endalia úrslitið, 2-2.
Spania – Marokko 2-2 (1-1)
0-1: Khalid Boutaib, 14.
1-1: Isco, 19.
1-2: Youssef En-Nesyri, 81.
2-2: Iago Aspas, 90.
HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Spania og Marokko.
Portugal hevði fyri neyðini ikki at tapa fyri Iran. Tað var ikki lætt hjá evropameistarunum, men beint undan hálvleikssteðginum legði Ricardo Quaresma teir á odda 1-0 eftir frálíkt samanspæl og við einum hegnisligum skoti av brotsteigarmarkinum.
Stutt eftir steðgin hevði Cristiano Ronaldo møguleikan at økja um leiðsluna við brotssparki, men iranski málverjin bjargaði. Ronaldo varð seinni kannaður í VAR fyri møguliga at hava sligið ein mótleikara, men tað var ikki mett at vera nóg mikið til at verða vístur av vølli. Hann fekk gula kortið.
Í síðstu løtu fekk Iran tillutað brotsspark eftir at dómarin hevði brúkt VAR. Hetta setti Karim Ansarifard í netið til 1-1. Nú var Portugal brádliga í vanda, tí um teir taptu, so ruku teir úr HM. Mehdi Taremi fekk eisini ein risa møguleika at skapa sensatiónina í yvirtíðini, men Portugal slapp við skrekkinum og við 1-1 eru teir víðari sum tvey-arar.
Iran – Portugal 1-1 (0-1)
0-1: Ricardo Quaresma, 45.
1-1: Karim Ansarifard, 90. (brotsspark)
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Iran og Portugal.