Video: Illfýsið á Kaldbaksvegnum

Løgreglan ávaraði um Kaldbaksvegin um saman mundi sum hetta varð tikið.

Løgreglan ávaraði fyrr í dag um støðuna á Kaldbaksvegnum og har um leiðir. 

 

Áleið somu tíð var ein lesari hjá in.fo á vegastrekkinum har. 

 

Koyrt varð frá Sundi til Hósvíkar og ikki varð veðrið tespiligt. 

 

Her eru tvey stutt videobrot frá túrinum, sum geva eina fatan av, hvussu ringt veðrið hevur verið. 

 

Í skrivandi stund eru 33 m/s á Sundi, sambært veðurmátingunum hjá Landsverki. Og samstundis verður ávarað um hálku. Trýst á pílarnar á myndunum og síggj videobrotini.