Video: Ikki gráta um ein javnleik

U21: Tað sigur Karstin Hansen, sum alíkavæl hevði hug at gráta, tá Pólland javnaði

Føroyska U21 landsliðið spældi í gjár 2-2 móti Póllandi í EM undankappingini. Talan er um eitt flott úrslit móti einum liði, sum á pappírinum er væl sterkari enn okkara, men alíkavæl iðra okkara menn seg um javnleikin, tí Pólland javnaði í 94. minutti

 

Síggj samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini

 

- Vit høvdu keypt 2-2 áðrenn dystin, men vit høvdu tár í eygunum, tá teir javnaðu. Tað er ikki ofta tað hendir móti Póllandi, sigur Karstin Hansen, sum til dagligt spælir við NSÍ.

 

Les eisini: (Video) Súrt at tað skuldi enda so

 

Hann greiðir eisini frá brotssparkinum og útjavnandi málinum hjá Póllandi, og hvussu hann upplivdi dystin úr føroyska málinum. Føroysku málini skutu Meinhard E. Olsen og Bjarni Petersen, báðir úr B36.