VIDEO: Í 2017 megnaði U21-landsliðið javnleik móti Pólandi

(Video) Síggj ein samandrátt av U21 EM-undankappingardystinum Føroyar-Póland 2-2 (0-1), ið var spældur á Tórsvølli 10. november í 2017

Føroyar hava tikið stig frá Pólandi á Tórsvølli áður, og tað var á nippinum, at okkara U21-landslið vann 2-1 á Pólandi í einum EM-undankappingardysti á Tórsvølli 10. november í 2017. Póland javnaði til 2-2 langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Póland var á odda 1-0 í steðginum. Í seinna hálvleiki traðkaði føroyska U21-landsliðið í karakter. Fyrst javnaði hann við einum brotssparki tá 52 minuttir vóru leiktir, og tá klokkan vísti 80 minuttir legði Bjarni Petersen Føroyar á odda 2-1. Tíverri sluppu pólendingar heimaftur við einum stigi.

 

Pólska A-landsliðið hevur ongantíð áður spælt móti Føroyum í Føroyum, og við argandi veðri og nógvum stuðlandi áskoðarum fer kanska at bera til at fremja eitt bragd á Tórsvølli í kvøld. 

 

(Kelda: FaroeSoccer) Teir sum mannaðu U21-landsliðið vóru:

 

##med2##

 

HER ber til at síggja ein samandrátt hjá FSF-varpinum frá 2-2 dystinum á Tórsvølli í 2017. Frásøgumaður var Niels Petersen:

 

##med3##