Video: – Hvør eri eg?

– Eg ringdi til mammu mína fyri at siga, at eg kom til døgurða, og fyri at siga henni, at eg í roynd og veru var ein kvinna, sigur Annika Samuelsen

– Hvør eri eg? Tað er ringt at seta orð á.

Soleiðis sigur 25 ára gamla Annika Samuelsen í stuttum filmi, sum suðurafrikanska filmsliðið, Green Renaissance, hevur gjørt um hana.

Annika Samuelsen varð fødd í einum dreingjakroppi, og í filminum fortelur hon um tilgongdina til at blíva tann, hon veruliga er sum persónur. 

– Gjøgnum mítt lív havi eg havt eina líttla rødd í høvdinum, sum hevur biðið meg hildið ein stóran part av mær afturi, og vera onkur, sum eg ikki var. At broyta seg sjálvan fyri at passa inn, styrkir bara hasa kritisku røddina, sigur Annika Samuelsen, sum víðari fortelur um stóru avgerðina at fortelja familju síni um sítt loyndarmál.

– Eg ringdi til mammu mína fyri at siga, at eg kom til døgurða, og fyri at siga henni, at eg í roynd og veru var ein kvinna. 

Til ber at síggja allan filmin hjá Green Rennaissance niðan fyri her:

##med2##