AC Horsens vann ein kærkomnan 3-2 sigur á Sønderjyske í niðurflytingarbólkinum í donsku superliguni fyrr í dag tá teir vitjaðu SønderjyskE í Haderslev.
SønderjyskE var á odda 2-0 í steðginum, og støðan var eisini 2-0 í 57. minutti tá Hallur Hansson var skiftur út. Aftaná útskiftingina megnaðu liðfelagarnir hjá Halli at skora trý mál uppá minni enn eitt korter.
SønderjyskE - AC Horsens 2-3 (2-0)
1-0 Patrick Banggaard (32.)
2-0 Haji Wright (35.)
2-1 James Gomez (59.)
2-2 Casper Tengstedt (72.)
2-3 Casper Tengstedt (73.)
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:
##med2##
Komandi sunnudag tekur AC Horsens móti Lyngby á CASA leikvøllinum í Horsens.
Hóast kærkomna sigurin er AC Horsens langt frá triðaftasta plássinum, ið merkir bjarging til komandi kappingarár í superliguni:
Nr | Lið | Dystir | V | J | T | Mál skorað | Mál ímóti | mm | Stig |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | AaB | 23 | 8 | 7 | 8 | 27 | 32 | -5 | 31 |
2 | OB | 24 | 7 | 8 | 9 | 26 | 30 | -4 | 29 |
3 | SønderjyskE | 24 | 8 | 4 | 12 | 34 | 38 | -4 | 28 |
4 | Vejle | 24 | 7 | 7 | 10 | 26 | 37 | -11 | 28 |
5 | Lyngby | 23 | 5 | 6 | 12 | 25 | 43 | -18 | 21 |
6 | AC Horsens | 24 | 3 | 7 | 14 | 19 | 40 | -21 | 16 |