Video: Horsens tapti stórt ímóti CSKA Moskva

(Video) Hallur Hansson fekk ein tíma á vøllinum, tá AC Horsens í dag spældi venjingardyst ímóti CSKA Moskva

Føroyski landsliðsmiðvallarin, Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens eru á venjingarlegu í Spania í hesum døgum, har eisini venjingardystir eru á skránni.

 

Fyrr í dag spældi AC Horsens ímóti russiska stórliðnum, CSKA Moskva. Í stegðinum var CSKA Moskva á odda 2-0. Hallur Hansson fekk 59 tímar á vøllinum, áðrenn hann var skiftur út við Mikkel Qvist. Støðan var 3-0 til russiska liðið, tá Hallur Hansson var skiftur út.

 

Venjarin hjá AC Horsens, Bo Henriksen ásannar, at russiska liðið var væl betri enn AC Horsens, og tað sást aftur á úrslitinum. Yvirfyri heimasíðuni hjá AC Horsens undirstrikar Bo Henriksen kortini, at talan var um ein góðan venjingardyst, og ein góðan læripenga hjá AC Horsens. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini, sum komu í dystinum millum CSKA Moskva og AC Horsens.