TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av fjórðingsfinaluni millum HM-vertirnar, Frakland og Svøríki, sum gav HM-vertunum, og favorittunum ein skarpan gang.
Frakland vann 33-30. Í steðginum var Svøríki á odda 16-15. Svøríki var á odda í fleiri førum, men tá Frakland vendi 25-26 til eina 28-26 franska leiðslu fingu HM-vertirnir at enda tamarhald á dystinum, og tað bar heim hjá Fraklandi.
Svenska ítróttarpressan er tó alt annað enn nøgd við dømingina. Expressen meinar, at fraklendingurin,, Nikola Karabatic átti at fingið reyða kortið, tá hann skumpaði Niclas Ekberg, sum hevði møguleika at skora til 27-25 til Svøríki í einari sera týðandi løtu í dystinum. Hendingin sæst tíverri ikki í hæddarpunktunum omanfyri.
Kentin Mahe gjørdist toppskjútti hjá Fraklandi við níggju málum. Jim Gottfridsson gjørdist toppskjútti hjá Svøríki við sjey málum.
Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir Frakland hálvfinalu í París ímóti vinnaranum av fjórðingsfinaluni millum Slovenia og Katar.