VIDEO: HJK Helsinki vann eisini sín dyst ígjár

(Video) Síggj ein samandrátt av dystinum HJK Helsinki-Inter Turku 1-0 (0-0)

Komandi hósdag klokkan 17 - klokkan 19 finska tíð - spælir KÍ alt avgerandi Play Off dystinum um at sleppa í deildarspælið í Conference League.

 

Dysturin verður á útivølli á Bolt Arena í Helsinki móti HJK Helsinki. Fyrri dysturin á Tórsvølli endaði við javnleiki 2-2.

 

Dysturin verður á graslíki, og tað vera 18-20 hitastig, so tað vera heilt góðar umstøður mett í mun til ræðuliga hitan í Banja Luka fyri 11 døgum síðani.

 

Ígjár vann KÍ ein harðvunnan 2-1 sigur á EB/Streymi.

 

HJK Helsinki vann eisini ein tepran 1-0 sigur ígjár. Á heimavølli vann HJK 1-0 á Inter Turku í bestu finsku fótbóltsdeildini.

 

Aapo Halme skoraði sigursmálið í 71. minutti.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum HJK spældi millum báðar dystirnar móti KÍ:

 

##med2##