Hóast hon var greiður gullvinnari á Oyggjaleikunum seinast, so var Karina Ottosen sera fegin um silvurheiðursmerkið í triathlon í dag, tí umstøðurnar hjá henni undan hesum leikunum hava ikki verið eins góðar sum fyri tveimum árum síðani.
Aldurnar vóru so mikið stórar og tungar, at fyrireikararnir gjørdu av at stytta svimjiteinin úr 1500 niður í 400 metrar, ið tó mundu kennast harðari hjá íðkarunum, enn 1500 metrar mangan hava gjørt tað. Súkklingin var tó framvegis teir vanligu 40 kilometrarnar og renningin 10 kilometrar.