Heimalombini eru at síggja allastaðni nú summarið er komið, og stuttligt er mangan at eygleiða tey lítlu djórini, sum eru so spælin.
Hetta heimalambið hjá Fríðu Jeannu Petersen og familju hennara er tó spælnari enn tey flestu heimalombini ein vanliga sær. Ella í øllum førum hevur tað betri leikur.
Tí hetta heimalambið hoppar í trampolin. Fríða Jeanne Petersen sigur, at lambið heldur, at tað er eitt smábarn. Trýst á pílin fyri at síggja videobrotið.










