Video: Hesi eru bestu málini

Puskas heiðurin: Lionel Messi er millum teir tríggjar, sum eru í uppskotið til Puskas heiðurin

Lionel Messi úr Barcelona er; saman við Alessandro Florenzi og Wendell Lira, í uppskoti til at hava skotið ársins mál fyri 2015.

 

Till ber at síggja málini við at trýsta á pílin á myndini

 

Argentinski bóltsnillingurin er í uppskotið fyri einmansavrikið í Copa del Rey finaluni móti Athletic Bilbao á Camp Nou tann 30. mai.

 

Les eisini: Hesir tríggir kunnu vinna Ballon d'Or 2015

 

Alessandro Florenzi er í uppskoti fyri mál, sum hann skoraði móti Barcelona í Champions League bólkaspælinum hetta kappingarárið. Við skoti frá miðjum vølli heilt úti í høgru síðu, sendi hann bóltin upp um málverjan og í stongina og inn. 24 ára gamli italski spælarin spælir við AS Roma.

 

Triði maðurin, sum er í uppksotið til Puskas heiðurin í 2015 er brasilski Wendall Lira. Hann skoraði eitt hegnisligt saksaspark fyri brasilska felagið hjá sær, Goianésia.

 

Heiðurin verður latin til FIFA Ballon d’Or tiltakið, sum verður í januar komandi ár.