Leygarkvøldið vann Víkingur stórsteypadystin móti KÍ á Tórsvølli. Víkingur vann dystin 2-1. Hetta er fjórðu ferð, at Víkingur vinnur stórsteypadystin og hevur vunnið steypið til ognar.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin frá stórsteypadystinum
Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, eru spælarametingar frá dystinum. Víkingur var á odda 1-0 í hálvleikinum, men stutt inn í seinna hálvleik javnaði KÍ. Avgerandi málið kom ikki fyrr enn í evstu løtu.
Víkingur – KÍ 2-1
1-0 Gunnar Vatnhamar, 38.
1-1 Dion B. Splidt, 48.
2-1 Sølvi Vatnhamar, 89.
Tórsvøllur: 431 áskoðarar
Dómari: Dagfinn Forná
Les eisini: Sølvi avgjørdi stórsteypadystin
Víkingur: Elias Rasmussen – Gert Hansen, Atli Gregersen, Fróði Benjaminsen, Hanus Jacobsen – Filip Djordjevic, Hans Jørgen Djurhuus, Gunnar Vatnhamar, Jákup V. Olsen (Hans Jákup Lervig, 54.min) – Sølvi Vatnhamar – Adeshina Lawal (Tonni Thomsen, 90.min)
Á bonkinum uttan at koma inn: Bárður á Reynatrøð, Sámal Jákup Joensen, Hans Pauli Samuelsen, Magnus Janskor og Fannhard Skoradal
KÍ: Meinhardt Joensen – Jonas F. Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Atli Danielsen (Tórur Justesen, 73.min) – Sørmundur Kalsø (Steinbjørn Olsen, 90.min), Semir Hadzibulic, Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen – Dion Splidt (Heðin Klakstein, 73.min), Páll A. Klettskarð, Albert Adu (Hjalgrím Elttør, 46.min)
Á bonkinum uttan at koma inn: Kristin N. Villhelmsen, Henry Heinesen og Jóannes Danielsen









