Video: Her vinnur Víkingur á NSÍ

Stóri vinnarin í toppstríðnum var Víkingur, sum vann 3-1 á útivølli ímóti NSÍ, ið enn einaferð tapti, tá ið talan var um lyklauppgerð ímóti einum øðrum FM kandidati.

 

Tað var annars NSÍ, sum kom á odda, men teir kláraðu ikki at halda tað. Tað stóð á jøvnum, tá tað nærkaðist dystarenda, men so gjørdi Víkingur sum teir plaga móti NSÍ – og vunnu.

 

NSÍ-Víkingur 1-3 (1-1)

1-0: Árni Frederiksberg

1-1: Gert Hansen

1-2: Hans Pauli Samuelsen

1-3: Sølvi Vatnhamar