Video: Her vinnur Víkingur á B36

Kykmynd: Sí hæddarpunktini frá ólavsøkudystinum ímillum B36 og Víking.

Í gjár, á ólavsøkudegi, eydnaðist tað Víkingi at vinna 2-0 ímóti B36. Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki av ávíkavist Filip Djordjevic og Hørði Askham hjá B36, ið gjørdi sjálvmál.

 

Úrslitið merkir, at Víkingur hevur 37 stig og er bert eitt stig aftanfyri KÍ, sum er fremst við 38 stigum. Tó hevur KÍ møguleikan at økja um fjarstøðuna ímillum oddaliðini, tá ið klaksvíkingar í morgin skulu spæla ímóti botnliðinum B68 á Svangaskarði.

 

Fyri B36 merkir úrslitið, at hvíta árstalsfelagið veruliga er dragnað í oddastríðnum. Nú er B36 nummar fimm við 29 stigum, og sjey stig eru upp til medaljupláss, tí at á triðja plássi er NSÍ við 36 stigum.

 

Trýst á kykmyndina ovast og síggj mest áhugaverdu hendingarnar frá seinna ólavsøkudystinum í Gundadali. Jóhan Thomsen eigur upptøkurnar.