Lagið er sera gott á Skála. Fótbóltsflaggskipið hevur verið í tungum sjógvi og ofta undir strikuni. Í kvøld er Skála farið í summarfrí, og støðutalvan sigur, at Skála eftir fjúrtan umfør er omanfyri strikuna.
Síggj samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
Orsøkin er tann, at tað í kvøld eydnaðist at vinna grannauppgerðina og kommunuuppgerðina ímóti NSÍ. Úrslitið var 2-1, eftir at heimaliðið í fyrra hálvleiki var frammanfyri 2-0 – við vindinum ímóti.
Úrslitið ber við sær, at Skála hevur vunnið tveir dystir á rað – á útivølli ímóti HB og á heimavølli ímóti NSÍ. Úrtøkan er sekstan stig, og harvið er Skála fimm stig omanfyri strikuna.
Tapið á Skála var tað fyrsta hjá NSÍ síðani í øðrum umfari, tá ið Víkingur vann 1-0 í Runavík. Skála telist millum argastu mótstøðuliðini hjá NSÍ. Fyrri dysturin teirra millum – í Runavík – endaði 1-1.
Skála-NSÍ 2-1 (2-0)
1-0: Mamuka
2-0: Pætur Dam Jacobsen
2-1: Pól Jóhannus Justinussen
ÍF-KÍ 1-4 (1-1)
0-1: sjálvmál
1-1: Dánjal á Lakjuni
1-2: Ahmed Mujdragic
1-3: Albert Adu
1-4: Albert Adu
EB/Streymur-B36 1-2 (0-1)
0-1: Erlendur Magnusson
1-1: Brian Olsen
1-2: Gestur Bogason Dam
07 Vestur-Víkingur 2-4 (2-1)
1-0: Gunleif Magnusarson
2-0: Holgar Durhuus
2-1: Sølvi Vatnhamar
2-2: Gunnar Vatnhamar
2-3: Adeshina Lawal
2-4: Sølvi Vatnhamar
Suðringar-HB 0-0
Støðan eftir fjúrtanda umfar
Víkingur 29 stig
KÍ 29 stig
NSÍ 24 stig
B36 20 stig
Suðringar 20 stig
HB 18 stig
Skála 16 stig
EB/Streymur 14 stig
07 Vestur 11 stig
ÍF 6 stig
Fimtanda umfar
Fríggjadagin 21. juli
Víkingur-ÍF
Sunnudagur 23. juli
KÍ-Suðringar
EB/Streymur-HB
07 Vestur-NSÍ
B36-Skála










