Video: Her vinnur NSÍ á KÍ

Her kanst tú síggja samandrátt av trygga NSÍ-sigrinum á KÍ

NSÍ vann í dag 4-1 á KÍ næstseinasta umfari av Effodeildini. Harvið varðveitti NSÍ silvurplássið áðrenn seinasta dystin komandi leygardag.

KÍ hevði enn ein møguleika at taka HB, ið tapt í Gøtu, í stríðnum um seinasta Europa Cup plássið, men enn einaferð kiksaði KÍ.

Trýst á pílin í myndini omanfyri og síggj samandrátt, sum Jóhan Thomsen hevur gjørt frá dystinum.