Seinnapartin spældi NSÍ seg í steypafinaluna 2017 við at vinna trivaligan sigur á steypavinnarunum úr KÍ.
Eftir fyrrru hálvfinaluna í Klaksvík hevði NSÍ við 2-2 javnleiki ein lítlan fyrimun til dagsins dyst, og tann fyrimunurin gjørdist størtti, tá ið Klæmint A. Olsen skoraði til 1-0 tíðliga í dystinum.
KÍ royndi at svara aftur og hevði onkrar royndir, men tað var Árni Frederiksberg, sum við tveimum málum seint í dystinum punkteraði allar vónir hjá KÍ um eina endurtøku av steypasigrinum í fjør.
Trýst á pílin í myndini fyri at síggja samandráttin, sum Jóhan Thomsen hevur gjørt frá dystinum.










