Video: Her vinnur KÍ á Víkingi

KÍ er brádliga við í stríðnum um heiðursmerki, eftir at teir vunnu á Víkingi

Í Klaksvík togaði KÍ seg við 3-2 heimasigri á Víkingi upp á 14 stig, sum Víkingur eisini hevur. Víkingur legði seg framum beinanvegin, men KÍ svaraði aftur og legði seg framum undan steðginum. Tað var meiri tyngd og broddur í hjá KÍ, sum 2. hálvleikur leið.

 

Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini

 

Fram ímóti dystarenda økti Henry Heinesen, sum í dag var vongverji í høgru, um munin. Hann umsetti brotsspark til mál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, tí Geza Turi hevði skumpað Páll Klettskarð um koll.

 

Lítla løtu seinni vórðu bæði Geza Turi, Víkinga málverjin, og vinstri vongverjin hjá KÍ, Alli, riknir av vølli í sambandi við hornaspark. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, minkaði Hanus Jacobsen um munin, og í síðstu sekundunum var tað um reppið, at KÍ økti um leiðsluna, og at Víkingur javnaði!

 

KÍ-Víkingur 3-2 (2-1)

0-1: Finnur Justinussen 5.

1-1: Jóannes Bjartalíð 23.

2-1: Atli Danielsen 29.

3-1: Henry Heinesen br 83.

3-2: Hanus Jacobsen 93.