KÍ og NSÍ spældu í dag í árligu Klaksvíkskappingini. KÍ hevði munin í dystinum og vann 1-0. Málið skoraði verjuspælarin Sørmundur Kalsø.
NSÍ hevði fyrst stóra kjansin í dystinum, og seinni hevði KÍ aðrar góðar møguleikar, men allir hesir kjansir vórðu misnýttir.
KÍ skal í morgin spæla ímóti B36 í finaluni í Klaksvíkskappingini.
Trýst á pílin í myndini omanfyri og síggj samandrátt, sum Jóhan Thomsen hevur gjørt frá dystinum í dag.










