HB vann í dag 1-0 á ÍF í ólavsøkudysti í Effodeildini.
Einsamallur málskjútti, tá ið eitt korter var farið, var Ári Mohr Olsen, sum við høvdinum sendi bóltin í netið eftir frálíkt innlegg frá Ára Mohr Jónsson.
Merkisvert var tað, at tað ikki var ætlanin, at Ári Mohr Olsen skuldi vera millum teir fyrstu ellivu. Ætlanin var, at Rókur av Fløtum Jespersen skuldi vera á HB miðvøllinum, og at Ári Mohr Olsen skuldi vera á beinkinum. Rókur stóð ikki royndina undir upphitingini, og so takkaði Ári Mohr Olsen fyri álitið við at skora sigursmálið, tá ið eitt korter var farið.
Omanfyri ber til at síggja samandrátt hjá Jóhan Thomsen av dystinum í dag.










