Video: Her vinnur B36 á HB

Her ber til at síggja samandrátt av effodystinum millum HB og B36

B36 vann hóskvøldið grannauppgerðina ímóti HB og legði seg átta stig á odda í Effodeildini, nú tað mangla fýra umfør.

B36 skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki, og HB skoraði eitt í seinna hálvleiki.

Trýst á pílin í myndini omanfyri og síggj samandrátt av dystinum. Jóhan Thomsen gjørdi upptøkuna.