B36 spældi seg í kvøld í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið, eftir at teir vunnu 4-0 á EB/Streymi.
Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini (riggar ikki til appina)
Støðan í hálvleikinum var 3-0. Lukasz Cieslewicz fekk tvey tey fyrstu, meðan Jákup á Borg økti til 3-0.
Í seinna hálvleiki setti Odmar Færø punktum við stútara til 4-0. B36 er saman við HB, Víkingi og NSÍ komið í hálvfinaluna.