Sunnudagin spældu KÍ og EB/S/Skála dyst í kvinnudeildini. Hesi bæði liðini hava seinastu árini stríðst um FM-heitið, og roknað verður við, at tey aftur í ár fara at stríðast í toppinum.
Tí var stórur spenningur um fyrsta dystin av fýra, sum tey skulu spæla ímóti hvørjum øðrum í landskappingini í ár.
Dysturin endaði við 3-1 sigri til KÍ, eftir at EB/S/Skála legði seg á odda í fyrra hálvleiki og var á odda, til tað manglaður 18 minuttir av dystinum. Tá javnaði KÍ, og síðani skutu tær tvey mál afturat.
Fótbóltssambandið hevur lagt samandrátt frá dystinum út á heimasíðuna. Trýst á pílin í myndini fyri at síggja samandráttin.










