B36 vann í dag 3-1 á KÍ í Klaksvík. Tvær brotssparksstøður fingu avgerandi týdning fyri dystin. Róaldur Jakobsen fekk brotsspark í fyrra hálvleiki, men tá KÍ spælari at síggja til bleiv feldur í sama stað varð ikki bríkslað fyri brotssparki.
Les eisini: Video: KÍ - B36 1-3
Í sjónvarpsbrotinum síggjast báðar hendingarnar. Fyrst tá B36 og Róaldur Jakobsen fáa brotsspark. Síðani støðan, tá KÍ vil hava brotsspark, tá Klæmint Matras at síggja til fellur innskifta Álv F. Christiansen.
Les eisini(Ljóðsamrøða): Bagge: KÍ vóru vemmiligir fyrstu løtuna
Rodrigo Silva legði KÍ á odda longu aftaná fáar minuttir. Síðani javnaði Adeshina Lawall fyri B36. Stutt fyri hálvleik fær B36 so brotsspark, sum Jákup á Borg skorar uppá.
Les eisini:(Ljóðsamrøða): Eyðun: Høvdu uppiborið betri
Støðan er framvegis 2-1, tá Álvur F. Christiansen fer umkoll í brotsteiginum hjá B36. Tí hevði brotssparkið kunna havt avgerandi týdning fyri dystin.
So er spurningurin:
1) Er tað brotsspark til B36?
2) Er tað brotsspark til KÍ?